Nýggj tíðarætlan: Skal verða liðug 1. august

Nýggj tíðarætlan: Skal verða liðug 1. august
Tórshavnar býráð játtaði í 2016 465 milliónir krónur til havnarútbyggingina, men tann prísurin heldur ikki
Hóast arbeiðið ikki er liðugt, hava stóru bingjuskipini brúkt nýggju havnina í Havn í eina tíð
Mynd: Faroe Ship  
 
05.02.2021 - 11:08

Sambært tíðarætlanini, sum nú er um havnarútbyggingina í Havn, verður hon liðug 1.august. 

Upprunaliga var ætlanin, at fyrsti parturin í útbyggingini, sum var Skansabryggjan, skuldi latast kommununi í oktober í 2019, og seinna helvtin, eystara havnaøkið, skuldi latast kommununi í mai í fjør.

Boltar slitnaðu

Men nógvir trupulleikar hava verið. 

Millum annað vóru trupulleikar við boltunum í akkerunum, sum skulu halda bryggjuni. Fyrst bognaðu teir, og síðani slitnaðu nógvir boltar.

Semja er enn ikki um, hvør skal rinda hetta arbeiðið, sum nú verður gjørt fyri at gera nýggj akker.

Tryggingin, Betri, hevur ikki svarað enn, um hon tekur við.

Brúka havnina

Havnin verður tó brúkt nú. Stóru bingjuskipini brúka hana. 

Býráðið játtaði í 2016 465 milliónir krónur til havnarútbyggingina. 

Tann prísurin heldur ikki. Men greitt er ikki enn, hvussu nógv havnarútbyggingin kostar, tá avtornar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602