Trump ætlaði at broyta valúrslitið

Trump ætlaði at broyta valúrslitið
Umsitingarleiðarin í statinum, Georgia, hevur nú sett eina kanning í verk
 
09.02.2021 - 07:31

Skrivstovan hjá Brad Raffensperger, sum er umsitingarmálaráðharri í statinum Georgia, hevur sett í verk kanning av royndini hjá Donald Trump at broyta valúrslitið í statinum, skrivar Reuters.

Kanningin kemur eftir at tað gjørdist greitt, at táverandi forsetin í telefonsamrøðu royndi at leggja trýst á Raffensperger fyri at fáa hann at broyta valúrslitið í Georgia, har demokraturin Joe Biden vann tepran sigur.

Talsfólk hjá Raffensperger, Walter Jones, sigur við tíðindastovuna hjá Reuters, at kanningin er fyrisitingarlig og skal leita fram allar upplýsingar í málinum.

Møgulig løgfrøðilig tiltøk skal løgmálaráðið í statinum taka sær av, sigur Walter Jones.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065