Flogbóltur: Finalistarnir verða funnir í dag

Flogbóltur: Finalistarnir verða funnir í dag
Allar fýra hálvfinalurnar í steypakappingunum í flogbólti verða spældar í Klaksvík í dag. Til ber at síggja dystirnar á kvf.fo frá klokkan 13:00
Mjølnir úr Klakvík hevur vunnið steypakappingina tvey ár á rað
 
13.02.2021 - 09:50

Í dag verður greitt, hvør skal spæla í finalunum í steypakappingini í flogbólti 27. februar.

Allar fýra hálvfinalurnar - bæði hjá kvinnum og monnum - verða spældar í badmintonhøllini í Klaksvík í dag.

Ein greiður favorittur hjá kvinnum

Oddaliðið í landskappingini við kvinnum, SÍ, er greiður favorittur í dagsins fyrstu hálvfinalu. Sørvingarnir, sum hava vunnið allar sínar dystir í ár, spæla ímóti Mjølni úr Klaksvík.

Í hinari hálvfinaluni kann væntast ein spennandi og opin dystur millum Drátt og Fleyr. Seinast liðini hittust vann Dráttur 3-0, men øll settini vóru drúgv og jøvn.

ÍF og Mjølnir stórfavorittar

Hjá monnum eru ÍF og Mjølnir einráðandi í landskappingini. ÍF skal spæla ímóti SÍ, sum er botnlið, og fuglfirðingar eru stórfavorittar.

Í hinari hálvfinaluni er Mjølnir favorittur móti Fleyr.

Dystirnir verða stroymdir

Talan verður um ein drúgvan og spennandi flogbóltsdag í Klaksvík, har byrjað verður klokkan 13.00.

Allar fýra hálvfinalurnar verða stroymdar á kvf.fo, og spælt verður soleiðis:

13.00: SÍ - Mjølnir, Meistaradeild kvinnur

15.00: ÍF - SÍ, Meistaradeild menn

17.00: Dráttur - Fleyr, Meistaradeild kvinnur

19.00: Mjølnir - Fleyr, Meistaradeild menn

Sum altíð, tá ið talan er um flogbólt, kann henda, at onkur dystur endar við fimm settum, so tíðirnar eru vegleiðandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647