Færri flogfør seinka postin

Færri flogfør seinka postin
Viðskiftafólk noyðast at bíða nakrar dagar eyka eftir posti, so leingi ferðaætlanin er skerd, sigur stjórin í Posta
Seinkingarnar ávirka bæði brøv og pakkar til og úr Føroyum
 
24.02.2021 - 15:46

Tað ávirkar postin til og úr Føroyum, at færri flogfør koma og fara.

Vanliga kemur og fer nógvur postur við flogførunum hvønn dag, men í løtuni noyðast húski í Føroyum venja seg við, at tað tekur longri tíð - bæði at senda og fáa post úr útlandinum.

Orsøkin er, at ferðaætlanin hjá flogfeløgum kring heimin er broytt, og munandi færri flogfør nú flúgva millum Føroyar og Danmarkar. Tað merkir, at plássið fyri posti er avmarkað, sigur Posta.

Óvanlig støða

- Hetta er ein óvanlig støða, og vit mugu ásanna, at broytta ferðaætlanin ávirkar postin, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

- Viðskiftafólk mugu tíverri bíða nakrar dagar eyka eftir postinum, so leingi ferðaætlanin er skerd, sigur hann.

Seinkingarnar ávirka bæði brøv og pakkar til og úr Føroyum. Posta sigur, at ein partur av postinum fer við skipi, so viðskiftafólk skulu merkja minst møguligt til skerdu ferðaætlanina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025