Terminsroynd útsett, tí tøknin riggaði ikki

Terminsroynd útsett, tí tøknin riggaði ikki
Veitarin dagførdi skipanina, og tí útsett fleiri skúlar royndina
Trupulleikar við tøknini høvdu við sær, at fleiri skúlar noyddust at útseta terminsroyndina í dag
Mynd: Savnsmynd  
 
25.02.2021 - 13:07

Í dag skuldu fleiri skúlanæmingar til terminsroynd. Men royndin mátti útsetast, tí tekniskir trupulleikar vóru, og skipanin riggaði ikki.

Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, sigur, at skipanin riggaði ikki, tí veitarin dagførdi skipanina.

Tað eru einstøku skúlarnir, sum skipa fyri terminsroynd, og tí veit Eyðun Gaard ikki, hvussu nógvir skúlar ikki høvdu ætlaðu terminsroyndirnar í dag. 

Skúlin við Streymin, Argja skúli og skúlin við Løgmannabreyt hava í øllum førum havt trupulleikar, og teir máttu útseta royndirnar.

Stjórin í Próvstovuni sigur, at skipanin riggaði aftur kl. 9:40.

- Skipanin, sum verður brúkt, eitur WiseFlow. Hon hevur riggað væl í fleiri ár, og bæði næmingar í fólkaskúlunum og miðnámsskúlunum hava nýtt hana til endaligar próvtøkur. Og tá hava trupulleikar ikki verið. Vit vistu ikki, at nakrar dagføringar skuldu gerast í dag. Vit kunnu bara gleðast um, at talan ikki er um endaligar próvtøkur í dag, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Próvstovuni, við útvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815