Sýta fyri at brúka frágreiðing sum prógv

Sýta fyri at brúka frágreiðing sum prógv
Ein dómstólur í Turkalandi vil ikki brúka eina frágreiðing sum prógv, har tað stendur, at saudiarabar drópu tíðindamannin, Jamal Khashoggi
Tíðindamaðurin, Jamal Khashoggi, varð myrdur í 2018. Ein dómstólur viðger í løtuni málið móti saudiarabarunum, ið eru á ákærubeinkinum
 
05.03.2021 - 06:11

Turkiski dómstólurin, sum viðger málið móti saudiarabarunum, sum eru ákærdir fyri at hava dripið Jamal Khashoggi, vil ikki brúka amerikonsku frágreiðingina sum prógv í málinum.

Frágreiðingin frá amerikonsku fregnartænastuni varð almannakunngjørd í februar.

Sambært henni, var tað saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, sum gav boð um at drepa saudiarabiska journalistin, Jamal Khashoggi, í saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í 2018.

Unnustan hjá Khashoggi ovfarin

Tað var unnustan hjá Khashoggi, Hatice Cengiz, sum heitti á dómstólin í Istanbul um at brúka amerikonsku frágreiðingina sum prógv í málinum móti teimum 26 saudiarabarunum, sum eru ákærdir in absentia.

Í gjár boðaði dómarin í málinum frá, at frágreiðingin hevur ikki týdning fyri málið. Unnustan hjá Jamal Khashoggi er ovfarin av niðurstøðuni.

Frágreiðingin sigur beinleiðis, at krúnprinsurin er sekur. Tí vilja vit hava dómstólin at hana í rættarmálið, segði Cengiz eftir avgerðina, skrivar journalistan.no

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297