Ætla at fáa vindmyllurnar á Eiði upp í ár

Ætla at fáa vindmyllurnar á Eiði upp í ár
Treytin er, at øll neyðug loyvi verða fingin til vega skjótt, sigur SEV
Soleiðis hugsar SEV sær, at tær fýra vindmyllurnar á Eiði fara at síggja út í landslagnum
 
10.03.2021 - 15:19

SEV arbeiðir framvegis við vindmylluverkætlanini á Eiði.

Vit hava enn vónir um at fáa tær fýra myllurnar upp í hesum árinum, men tað krevur, at øll neyðug loyvi verða fingin til vega skjótt, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá SEV.

Verkætlanin er minkað úr seks vindmyllum niður í fýra, men enn vanta nøkur neyðug loyvi, millum anna byggiloyvi, avgerð frá Yvirfriðingarnevndini og avtalu við hagan um lendið.

Dótturfelag vann útboðið

Vindfelagið í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, vann útboðið hjá orkumyndugleikanum um vindmyllulund á Eiði í 2019.

Farið varð beinanvegin undir at gera fyrireikandi arbeiðið, sum millum annað umfatar árinsmetingar, umhvørvisgóðkenning, byggiloyvi og avtalu við haga um lendið.

Arbeiðið tók tó munandi longur tíð, enn orkufelagsskapurin væntaði. Loyvið til vindorkuframleiðslu umfataði seks seks vindmyllur, og í løtuni verður arbeitt við at finna eitt annað øki til tær báðar seinastu vindmyllurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985