Uppskotið átti at bíðað eftir útbjóðingini

11.03.2021 - 09:25
Innlendis›Politikkur
Uppskotið átti at bíðað eftir útbjóðingini
Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, finst at arbeiðsháttinum hjá landsstýrismanninum í sambandi við bygningin til Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið hevur hildið til í fyribilshølum í Havn seinastu árini, men nú verður nýggjur bygningur bygdur í Vágum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nýggi bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum verður mettur at kosta 26,3 milliónir kr., men tað er ikki vist, at hesin prísurin fer at halda.

Arbeiðið er boðið út, og tilboðini verða latin upp seinni í hesum mánaðinum.

Tá uppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum í gjár, fanst Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini, at landsstýrismanninum í vinnumálum. Hann helt, at uppskotið átti at bíðað, til útbjóðingin hevur verið.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, umbar seg við, at tað hevði ikki givið nakra meining at bíða við uppskotinum, fyri at fáa rætta prísin á Sjóvinnustýrinum, tí málið skal avgreiðast, áðrenn tingið fer í summarfrí.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891