Skal ikki vera ivamál um hekkuportrið

Skal ikki vera ivamál um hekkuportrið
- Tað skal verða hundrað prosent vist, at hekkuportrið er afturlatið undir allari sigling hjá Galaxy
18.09.2025 - 22:01

Tað sigur Henrik Old, skipari og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

- Um ivamál eru, so má greiða fáast á málinum

Hann sigur, at tað er stórur vandi á ferð, um hekkuportrið ikki er afturlatið. Sjálvur hevur hann upplivað sum sjómaður í Skagerakk, at ein ferja sakk, tí at sjógvur kom inn á dekkið.
 

Roykti á bildekkinum

Henrik Old hevur siglt næstan 10 túrar við Galaxy, og hann hevur lagt til merkis, at hugburðurin til trygd er ikki tann sami við Galaxy sum við Smyrli.

- Ein dagin, tá ið eg kom umborð á bildekkið, stóð ein av manningini og roykti. Sovorið hevði ikki komið fyri umborð á Smyrli. Hugburðurin er tíverri nakað annað til trygd umborð á grikska skipinum, sigur Henrik Old.

Suðuroyartingmaðurin sigur, at Sjóvinnustýrið eigur at fara at kanna málið nærri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815