Ongar grundgevingar fyri ikki at veiða grágæs

Ongar grundgevingar fyri ikki at veiða grágæs
Magni Blástein, veiðimaður, saknar grundgevingar fyri, hví veiðan eftir grágæs skal avmarkast so nógv.
12.03.2021 - 20:03

Magni Blástein, ið er íðin veiðimaður, kennir seg ikki aftur í kjakinum um, hvørt tað skal vera loyvi at skjóta grágás í Føroyum. Hann vísir á, at grágásin verður skotin av veiðimonnum í øllum okkara grannalondum. 

Grágásin er ein flytifuglur. Tær gæsnar sum koma her, ferðast millum Ongland og Ísland. Tað, sum er umráðandi fyri Magna Blástein, er, at grágásin er als ikki hótt: Tað er ríkiligt til av fugli. 

Magni Blástein hevur  verið í eitt nú Svøríki og veitt. Men her kann byrsan ikki brúkast til tað, sum hon er gjørd til, at skjóta. Tað halda summi er gott, onnur halda tað er ringt. 

Uppskotið, sum avmarkar møguleikan at skjóta grágás, kemur fyri løgtingið mánadagin. Magni Blástein vónar, at hansara sjónarmið verður hoyrt. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730