Facebook rindar fyri tíðindi í Avstralia

Facebook rindar fyri tíðindi í Avstralia
Facebook og News Corp Avstralia hava skrivað undir trý ára sáttmála
Facebook og News Corp Avstralia hava gjørt avtalu um, at Facebook skal rinda fyri alt tilfar, sum Facebook brúkar hjá avstralska samtakinum
 
16.03.2021 - 09:24

Sosiali miðilin, Facebook, skal nú gjalda fyri tíðindini hjá avstralska miðlasamtakinum, News Corp Avstralia. 

Tað er greitt, eftir at partarnir hava skrivað undir ein trý ára sáttmála um gjald fyri tíðindi. 

Frammanundan hevur News Corp gjørt eina líknandi avtalu við Google.

Tað skrivar bretska tíðindastovan, BBC. 

Fevnir um alt tilfar

Avtalan er undirskrivað fáar vikur eftir, at avstralska tingið samtykti eina lóg, ið áleggur tøknifyritøkum, sum Facebook og Google, at rinda fyri tey tíðindi, sum kunnu lesast á teirra miðlum. 

News Corp hevur ikki upplýst, hvat virðið á avtaluni er, men avtalan fevnir um alt tilfar, sum miðlarnir í samtakinum framleiða í Avstralia. 

Sambært BBC, eigur News Corp Avstalia umleið 70 prosent av bløðunum í Avstralia, umframt sjónvarpsrásina, Sky News Avstralia, sum er tann størsti avstralski miðilin á Facebook. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006