Eli Hentze: samanumtikið ónøgdur

Eli Hentze: samanumtikið ónøgdur
Hjálparvenjarin hjá Føroyum, Eli Hentze, var ónøgdur eftir tapið á Hampden Park og við tað eina stigið, sum landsliðið hevur fingið síðstu vikuna
31.03.2021 - 22:59

 - Ómetaliga keddur.

Tað segði Eli Hentze seg vera eftir heldur laka føroyska avrikið í 4-0 tapinum á Hampden Park fyrr í kvøld.

Hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum var ikki nøgdur við mátan, sum skotar fingu síni mál í kvøld. Trý komu eftir innlegg úr vinstru, meðan eitt kom við fløtum skoti úr 20 metrum.

 - Tað letur til, at málini ímóti okkum koma eitt sindur nemt í dag, sigur hjálparvenjarin.

Eli Hentze er heldur ikki heilt nøgdur við, at bert eitt stig er við heim í kuffertinum, eftir teir tríggjar dystirnar á útivølli móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi. 

 - Eg eri ikki væl nøgdur, tá samanum kemur, staðfestir hann. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311