Hámarkið í hjálparpakkanum er 10 mió. kr.

Hámarkið í hjálparpakkanum er 10 mió. kr.
Lógaruppskotið um hjálparpakka fýra kom í løgtingið í gjár
Ferðavinnan fær ein hjálparpakka aftrat. Uppskotið er komið í løgtingið
 
14.04.2021 - 08:36

Stuðulshámarkið í hjálparpakka fýra til ferðavinnuna verður ikki 14 mió. kr., sum vinnan mælir til, men 10 mió. kr., sum upprunaliga lógaruppskotið sigur.

Men Ferðavinnufelagið fekk viðhald í uppskotinum um, at tá gistingarhús er nýliga útbygt, verða umsetningur og fastar útreiðslur gjørd upp fyri seg fyri nýggja partin í gistingarhúsinum.

Lógaruppskotið um hjálparpakka fýra kom í løgtingið í gjár.

Ferðavinnufelagið heldur, at tað er ikki rímiligt, at stuðulin, sum skeinkistøð fingu, tí tey vórðu noydd til at lata aftur fyrr enn vanligt, skal mótroknast í hjálparpakka fýra, tí myndugleikarnir stongdu støðini.

Men tað heldur landsstýrið vera rímiligt.

Talan er um eina millión og 32.500 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595