Listeria trívist í vatni

16.04.2021 - 18:54
InnlendisHeilsa
Listeria trívist í vatni
Umráðandi er at halda framleiðslutól turr og rein. Sama er galdandi fyri køliskápið har heima
Rúni Nielsen selur loysnir til fyritøkur innan reinføri
Mynd: Leivur Thomsen  

Rúni Nielsen selur loysnir til fyritøkur innan reinføri. Týdningarmikið er hjá fyritøkum og virkjum ikki at hava ein høgan "vatnaktivitet", sum er frítt vatn, har listeriabakterian kann trívast og vaksa. Eftirsum listeria er ein umhvørvisbakteria og finst í náttúruni, kann hon koma inn í virkir á allan møguligan hátt. Tað sama er galdandi, tá fólk keypa inn og koyra mat í køliskápið. Listeriabakteria kann vera í matvørum, sum koma úr moldini, og um man ikki heldur matin atskildan í køliskápinum, kann "krossdálking" koma fyri. Tað er, tá ið bakteria verður flutt frá einari matvøru til eina aðra. Hoyr Prát við Rúna Nielsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933