Verður latin sum eginkvota

Verður latin sum eginkvota
Línuskipini sleppa at fiska toskin á Flemish Cap í ár. Kvotan er 335 tons
Eivind er eitt av frystilínuskipunum
 
26.04.2021 - 08:40

Toskurin á Flemish Cap verður latin sum eginkvotur í ár.

Tað sigur Fiskimálaráðið í kunngerð, sum kom í síðstu viku.

Toskakvotan á Flemish Cap er ikki stór í ár, hon er 335 tons.

Línuskip sleppa at fiska toskin.

Søguligur fiskiskapur á Flemish Cap telur 75 prosent, tá kvota verður latin, og rætturin til fiskiloyvi telur 25 prosent.

Kann avreiðast uttanlands við treytum

Framvegis er galdandi, at allur toskurin skal avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Avreiðast kann tó uttanlands, men tá er treytin, at fiskurin verður fluttur óvirkaður til Føroya og seldur fyrstu ferð í Føroyum.

Vørn skal góðkenna innvigingarskipanina, sum verður brúkt, tá avreitt verður uttanlands.

Eisini fiskiskapurin eftir toski, svartkalva og brosmu í grønlendskum sjógvi verður skipaður við eginkvotum.

Somu reglur eru galdandi um avreiðingar, sum eru um toskin á Flemish Cap.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815