Nýtt flaggskip á Argjum

Nýtt flaggskip á Argjum
Sunnudagurin var ein stórur dagur úti á Argjum, tí tá varð nýggi Argjabáturin - hin triði í røðini - flotaður
26.04.2021 - 17:25

 - Argjabáturin hevur altíð verið nakað serligt hjá argjafólki.

Tað sigur formaðurin í Argja Róðrarfelag, Heðin Olsen, nú nýtt flaggskip varð flotað sunnudagin.

Fyrsti Argjabáturin varð smíðaður av Niclasi í Koltri í 1983, annar í 2002 og tann triði til komandi róðrarár. Sámal Hansen hevur bygt teir báðar síðstu.

 - Í søguni hjá Argja Róðrarfelag frá 1982 hevur Argjabáturin verið ein nógv vinnandi bátur og hin mest vinnandi í Føroyum, so tað hevur nógv at siga fyri okkum, sigur Heðin Olsen.

Manningin var ein stuttan túr framvið argjalandinum í nýggja áttamannafarinum. Teir vóru væl nøgdir og hava góðar vónir til kappróðrarárið, sum byrjar á Norðoyastevnu, 5. juni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328