Skiparin játtar seg lutvíst sekan

Skiparin játtar seg lutvíst sekan
Málið um farmaskipið Mykines og glastrevjabátin Mars, sum stoyttu saman í Skopunarfirði í 2017, var fyri í Føroya rætti í gjár
 
28.04.2021 - 07:30

Ákæruvaldið og verjanir rundaðu um middagsleitið í gjár rættarmálið ímóti skiparanum á farmaskipinum, Mykines, og føraranum á glastrevjabátinum, Mars, av. Málið hevur vart í tveir dagar.

Málið snýr seg um vanlukkuna, sum hendi um náttina 31. august í 2017, tá Mykines og Mars stoyttu saman í Skopunarfirði. Glas-trevjabáturin, Mars, við tveimum monnum umborð sakk og annar maðurin umborð kom ikki afturíaftur, Førarin, sum nú situr á ákærubonkinum, varð bjargaður.

 >> SÍ EISINI Ákærur reistar

Skiparin umborð á Mykinesi er ákærdur fyri, hesa náttina sum vakthavandi navigatørur á brúnni, ikki at hava tryggjað sær, at neyðuga brúgvavaktin allatíðina varð hildin.

Av tí at tann ákærdi bæði var vakthavandi navigatørur og eisini helt útkikk, hóast tað var myrkt, og í hesum sambandi læt seg órógva av maskinmeistaranum, og so statt ikki helt sína skyldu viðvíkjandi útkikki. 

Játtar seg lutvíst sekan

Sambært ákæruritinum hevði skiparin heldur ikki lagt ferðina nóg væl til rættis og tryggjað sær, at siglt varð sambært góðum sjómansskapi. 

Ákæruvaldið krevur 20.000 krónur í sekt til ákærda skiparan umborð á Mykinesi, men av tí at málið er so mikið gamalt, skulu mótrokningar gerast, so endaliga kravið verður 10.000 krónur.

Skiparin umborð á Mykinesi játtar seg partvíst sekan í ákærini um brot á vaktarhaldið - men krevur frídøming í øllum hinum ákærunum, millum annað brot á góðan sjómannskap.

 >> SÍ EISINI Leitað verður eftir manni í Skopunarfirði

Av tí at málið er frá 2017, krevur verjin hjá ákærda manninum, at sektin í minsta lagi verður skorin niður í helvt ella fellir heilt burtur. 

Førarin á glastrevjabátinum, Mars, er ákærdur fyri ikki at hava tryggjað sær, at neyðugt útkikk var, at útgerð umborð ikki var nýtt rætt, og fyri ikki at hava siglt sambært góðum sjómansskapi, tí metta frástøðan til farmaskipið Mykines var skeiv.

Ákæruvaldið krevur 2.000 krónur í sekt til ákærda føraran umborð á Mars, men av tí at ákærdi maðurin er pensiónistur og málið er gamalt, verður endaliga kravið 1.000 krónur. Maðurin noktar seg sekan í ákærunum og krevur frídøming.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096