Óheppið, men ikki óvæntað

bannari
04.05.2021 - 11:46
InnlendisHeilsa
Óheppið, men ikki óvæntað
Landsapotekarin sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu tað verður við koppsetingarætlanini, nú danir eisini gevast at brúka Johnson&Johnson
Hjalti Gunnarstein er landsapotekari

Donsku heilsumyndugleikarnir gevast at brúka koppingarevni frá Johnson&Johnson.

Tað er óheppið, men ikki óvæntað, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Fyri sløkum mánaði síðani var koppingarevnið frá AstraZeneca eisini tikið úr donsku koppingarætlanini.

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv koppsetingarætlanin hjá okkum verður útsett, sigur Hjalti Gunnarstein.

Hóast koppingarevnini frá Johnson&Johnson og AstraZeneca eru tikin úr nýtslu í Danmark, verða tey kortini brúkt.

Politikarar í Fólkatinginum hava gjørt av at gera skipan, har fólk sjálvboðin kunnu verða koppsett við Johnson&Johnson ella AstraZeneca. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.


Koppingarevnið frá Johnson&Johnson er nú eisini tikið úr donsku koppsetingarætlanini, men politikararnir ætla, at tað skal vera sjálvboðið at brúka Johnson&Johnson ella AstraZeneca.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676