Lýsa nú leiðarastørv í Gigni leys

Lýsa nú leiðarastørv í Gigni leys
Søkt verður bæði eftir fakligum leiðara og varaleiðara
 
05.05.2021 - 10:49

Heilsutrygd søkir nú bæði eftir fakligum stjóra og varaleiðara í Gigni.

Starvið sum fakligur stjóri var annars lýst leyst herfyri.

Men felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum noktaði limum sínum at søkja.

Felagið segði, at stjórastarvið var ikki lýst sambært sáttmálanum, sum felagið hevur við Fíggjarmálaráðið.

Óheimilað stríðsstig

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fór í Fasta gerðarrætt og fekk viðhald í, at talan var um óheimilað stríðsstig.

Freistin at søkja tá var 23. apríl. Eingin søkti. 

Starvið sum varaleiðari er ikki lýst leyst fyrr.

Frestin at søkja stjórastarvið nú er til 21. mai á middegi, og freistin at søkja varaleiðarastarvið er til 11. juni á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065