Handverkarar og KAF gjørt nýggjan sáttmála

Handverkarar og KAF gjørt nýggjan sáttmála
Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober í fjør til 31. desember í 2022
Semingsstovnurin hevur verið uppi í samráðingunum millum handverkarafeløgini og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
 
11.05.2021 - 16:42

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Landsfelag Handverkarana og Føroya Handverkarafelag hinumegin hava skrivað undir nýggjan sáttmála. 

Anita Fuglø, samráðingarleiðari fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sigur í stuttari viðmerking, at semjan byggir á somu lønarhækking, sum handverkarar hava gjørt við Fíggjarmálaráðið, men at skeiðið er longt tríggjar mánaðir.

Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober í 2020 til 31. desember 2022.

- Tað var stutt millum partarnar, áðrenn vit fóru til samráðingar, og tær hava gingið væl, sigur Anita Fuglø.

Semingsuppskot lagt fram

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnar seinnapartin. Síðani hildu samráðingarnar fram, og tær endaðu við semju.

Sáttmálin verður nú sendur Fíggjarmálaráðnum til góðkenningar. Og áðrenn hann er endaliga góðkendur, hevur KAF ikki fleiri viðmerkingar.

Semingsstovnurin er eisini komin upp í sáttmálatrætuna millum Pedagogfelagið Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, og í morgin fara semingsmenninir at hitta Pedagogfelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040