43 fólk deyð í Gaza

12.05.2021 - 13:35
Útheimurin
43 fólk deyð í Gaza
Ófriðurin millum ísraelar og palestinar hevur m.a. samband við Ramadan og búsetingarpolitikkin hjá Ísrael, sigur serfrøðingur
43 palestinarar og fimm ísraelar eru deyðir í ófriðinum seinastu dagarnar

43 fólk í Gaza hava latið lív og 300 eru særd í ófriðinum millum ísraelar og palestinar seinastu dagarnar.

Tað boðar heilsumálaráðið í Gaza frá.

Í Ísrael hava seks fólk latið lív, skrivar NTB.

- Ófriðurin hevur millum annað samband við Ramadan og búsetingarpolitikkin hjá Ísrael.

Tað sigur Heini í Skorini, ph.d. í altjóða politikki. Hann hevur í tveimum umførum búð í Ísrael, í 2009 og 2015.

Trygdarráðið hjá ST kemur saman í dag at viðgera støðuna í Ísrael og Gaza.

Hoyr samrøðu við Heina í Skorini í útvarpstíðindunum.

Heini í Skorini, ph.d., sigur, at ófriðurin millum ísraelar og palestinar hesaferð hevur samband við Ramadan og búsetingarpolitikkin hjá Ísrael.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431