Ísrael hóttir við at avbyrgja Gaza

Ísrael hóttir við at avbyrgja Gaza
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at Ísrael fer at svara so harðliga aftur, at alt Miðeystur fer at broytast
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at tað fer at merkjast í øllum Miðeystri, tá Ísrael hevur svarað rakettálopunum úr Gaza aftur.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2023 - 15:31

Ísraelski orkumálaráðharrin, Israel Katz, hevur givið boð um fyribils at kvetta alla vatnveting til Gaza, upplýsir hann á sosiala miðlinum, X.

- Eg gav beinan vegin boð um at skrúva fyri vatninum úr Ísrael til Gaza, skrivar hann. 

Fyrr í dag segði ísraelski verjumálaráðharrin, at hann hevði givið boð um at kringseta Gaza. 

 

Higartil hava bardagarnir millum Hamas og ísraelska herin kravt 580 palestinsk mannalív, og 800 ísraelar eru deyðir. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hvørki matur ella brennievni

- Avbyrging av Gazageiranum hevur við sær, at hvørki matur ella brennievni kemur fram, og streymveitingin verður eisini slitin.

Tað sigur altjóða stjórin í Folkekirkens Nødhjælp, Jonas Nøddekær, við Ritzau.

- Vit hava fingið at vita frá okkara samstarvsfeløgum í Gaza, at tey hava matvørur á goymslu til 3.000 familjur. Tað svarar til umleið 15.000 fólk í eina viku, sigur stjórin í Folkekirkens Nødhjælp. 

Tað var tíðliga leygarmorgunin, at yvirgangsbólkurin Hamas skeyt hundraðtals rakettir úr Gazageiranum inn yvir Ísrael, og tók fleiri gíslar.

Síðan hevur Ísrael svarað aftur við m.a. loftálopum. 

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

580 palestinarar og 800 ísraelar deyðir

Nýggjastu tølini frá palestinskum myndugleikum siga, at 580 palestinarar hava latið lív, teirra millum yvir 80 børn, og 2.800 fólk eru særd. 

Ísraelski myndugleikar boða frá, at 800 fólk í Ísrael hava latið lív at rakettum, sum Hamas hevur skotið, og 2.400 fólk eru særd, skrivar danska kringvarpið. 

Aftursvarið hjá Ísrael fer at broyta Miðeystur.

Tað sigur ísraelski forsætisráðrrin, Benjamin Netanyahu.

Netanyahu helt seinnapartin røðu fyri borgarstjórunum í býunum í sunnara parti av landinum. Hetta eru býir, sum vóru raktir av rakettálopunum hjá Hamas leygarmorgunin. 

Ísraelski forsætisráðharrin vissaði borgarstjórarnar um, at aftursvarið fer at raka so meint, at tað fer at broyta alt Miðeystur. 


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519