Forsætisráðharrin vil ikki hava løn

Forsætisráðharrin vil ikki hava løn
Mario Draghi hevur boðað frá, at hann vil ikki hava løn, meðan hann arbeiðir fyri við ætlan um breiða savningarstjórn í Italia
Mario Draghi er forsætisráðharri í Italia
 
14.05.2021 - 08:49

Italski forsætisráðharrin, Mario Draghi, sigur seg ikki vilja hava løn sum forsætisráðharri, meðan hann arbeiðir við at fáa undirtøku fyri breiðu savningarstjórnini í landinum, skrivar Bloomberg.

Draghi sigur seg ikki vilja hava løn, boðaði hann sjálvur frá á heimasíðuni hjá italska tinginum.

Undanmaður hansara, Giuseppe Conti, fekk næstan 1,2 milliónir kr. í løn um árið, men hann boðaði frá, at hann bert góðtók at fáa 80 prosent av forsætisráðharralønini.

Populistiskir politikarar á báðum veingjum í italskum politikki hava funnist at og siga, at lønirnar í almennu stjórnarstørvunum eru alt ov høgar.

Mario Draghi var stjóri í evropeiska miðbankanum, og hann arbeiðir nú við einum nýggjum búskapar- og fíggjarpolitikki í Italia.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133
Týsdag 24. mars
Andakt
206129
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081