Útisetar og útlendingar kunnu koppsetast í Føroyum

bannari
Útisetar og útlendingar kunnu koppsetast í Føroyum
Nú kunnu fólk, sum eru í Føroyum í longri tíðarskeið, eisini koppsetast í Føroyum
 
16.05.2021 - 14:27

Talan er um útisetar og útlendingar, sum uppihalda sær í Føroyum í minsta lagi 30 dagar. Hesi kunnu fáa fyrru koppseting, tá ið tey hava verið í Føroyum í 14 dagar. Tilboðið er tó ikki galdandi, um mett verður, at einasta endamálið við uppihaldinum er koppseting.

Útisetar og útlendingar, sum hava føroyskt p-tal, kunnu bóka tíð á bókingarskipanini á heimasíðuni corona.fo. Fólk, sum ikki hava føroyskt p-tal, kunnu ringja til Landssjúkrahúsið og fáa nærri at vita, skrivar heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum.

Føroyingar, ið eru undir útbúgving uttanlands, eru tó undantiknir kravinum um uppihald í Føroyum í 14 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037