Hernaðarkelda: Ísrael umhugsar vápnahvíld

Hernaðarkelda: Ísrael umhugsar vápnahvíld
Ísrael fyrireikar seg samstundis til fleiri álop á Gasa-geiran, um tað verður neyðugt, upplýsir keldan
Hamas skjýtur rakettir inn yvir Ísrael, og Ísrael svarar aftur við at bumba mál í Gasa
 
19.05.2021 - 15:25

Ísrael umhugsar, um røttu treytirnar eru fyri at gevast við luftálopunum í Gasa-geiranum. 

Tað sigur ein hernaðarkelda.

- Vit kanna, nær rætta løtan er til vápnahvíld, sigur keldan við AFP.

Ísrael fyrireikar seg samstundis til fleiri álop á Gasa-geiran, um tað verður neyðugt, upplýsir keldan.

Hamas og álopsførleiki

Hon leggur aftrat, at Ísrael nú metir um, um landið hevur nátt málinum at raka álopsførleikan hjá Hamas, og um Hamas yvirhøvur skilir boðskapin um, at Ísrael góðtekur ikki eitt einasta rakettálop á Ísrael aftrat.

Í morgun endurgav BBC eina keldu í ísraelsku verjuni, sum segði, at vápnahvíld er ikki á breddanum nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203