Arktiska ráðið fund um veðurlag og burðardygd

Arktiska ráðið fund um veðurlag og burðardygd
Løgmaður umboðar Føroyar á ráðharrafundinum í Reykjavík
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er við á fundinum í arktiska ráðnum í Reykjavík
 
20.05.2021 - 08:57

Í dag hevur Arktiska ráðið ráðharrafund í Reykjavík um veðurlag og burðardygd.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer á fundin.

Arktiska ráðið fer at skriva undir eina yvirlýsing og eina strategiska ætlan, sum ráðið hevur arbeitt við seinastu tvey árini. 

Tær eru um umhvørvisavbjóðingar og burðardygga búskaparliga menning.

Eftir fundin í Arktiska ráðnum hevur løgmaður fund við íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaug Þór Þórðarson.

Lavrov og Blinken

Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri í Russlandi, og Antony Blinken, uttanríkisráðharri í USA, vera á fundinum hjá Arktiska ráðnum í dag.

Teir báðir tosaðu saman í tveir tímar í Reykjavík í gjárkvøldið. 

Arktiska ráðið er stovnað í 1996.

Londini í ráðnum eru Danmark, Grønland og Føroyar, Ísland, Noreg, Svøríki, Finland, USA, Russland og Kanada.

Ráðið hevur ráðharrafund sum tann í Reykjavík í dag annaðhvørt ár. Hetta er 12. ráðharrafundurin.

Ísland hevur havt formansskapin frá 2019 til 2021. Russland hevur síðani formansskapin næstu tvey árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815