Breddin: Harðskapur og koppseting fyri koronu

Breddin: Harðskapur og koppseting fyri koronu
Tvey evni eru í Breddanum í dag
Í Breddanum verður spurt, um koppsetingin fyri koronu eru komin í vanda, nú Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sagt, at hann ætlar ikki at lata seg koppseta
 
20.05.2021 - 11:27

Nýggj kanning um harðskap og kynsligan ágang varð løgd fram í dag. 

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at vit hava tøl á økinum, og úrslitið er lítið hugaligt. Eitt nú hava 23 prosent av føroyingum verið fyri kynsligum harðskapi.

Korona og koppseting

Er álitið á koppingarevninum fyri covid-19 og koppingarætlanin nú komin í vanda, nú landsstýrismaðurin og læknin, Jenis av Rana, alment sigur, at hann vil bíða við at koppseta seg, til langtíðarárinini er greið?

Vit tosa millum annað við ein lækna, um hvørji langtíðarárin koppsetingar kunnu hava við sær.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590