Vit hava ikki fíggindar og vinir í radaramálinum

21.05.2021 - 13:44
Innlendis›Politikkur
Vit hava ikki fíggindar og vinir í radaramálinum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at málið skal viðgerast sum eftirlitsmál undir føroyskum málsræði
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, er bersøgin í málinum um ætlaða radaran á Sornfelli

- Vit skulu ikki býta heimin sundur í vinir og fíggindar í radaramálinum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Hann gongur sostatt ímóti ætlanini hjá landsstýrinum um at lata NATO byggja radaran á Sornfelli.

Jacob Vestergaard heldur, radaramálið skal ikki viðgerast sum eitt hernaðarmál undir donskum málsræði, men sum eitt eftirlitsmál undir føroyskum málsræði.

Hoyr innslag i útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928