- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vita einki um stýrisbólk
Hvørki Torbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum, ella Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, kenna nakað til tann politiska stýrisbólkin, sum Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, nevnir í lesarabrævi í gjár, og sum skal fara til verka, tá ið ræður um at fáa starvsfólk til eldraøkið.
Í lesarabrævinum vísti Heðin Mortensen á, at ein politiskur stýrisbólkur við landsstýrisfólkunum í almannamálum, fíggjarmálum, umhvørvis- og vinnumálum og formanninum og næstformanninum í Kommunufelagnum, umframt einum skrivara, er settur at arbeiða við starvsfólkatrotinum á eldraøkinum.
Men hvørki næstformaðurin ella stjórin í Kommunufelagnum kenna nakað til henda stýrisbólkin.
Bland komið í
Eyðun Christiansen vísir á, at bland má vera komið í, og at Heðin Mortensen vísir til tann politiska stýrisbólkin, sum er settur at eftirmeta eldraøkið.
Heðin Mortensen hevur ikki møguleika at gera samrøðu í dag, men hann sigur í stuttari skrivligari viðmerking, at hann tosar um tann kommunala partin í Tórshavnar kommunu, har møguleikar verða kannaðir at útbúgva fólk í Føroyum og Danmark.
Í lesarabrævinum sigur Heðin Mortensen eisini, at tað átti at verið størri fleksibilitetur í heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingini. Ikki við at flyta skúlan úr Hovi, men við at gera útbúgvingina atkomiliga norðanfjørðs, ella við at skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur.
Suðuroyingar í øðini
Hetta hevur fingið øði í politikarar - serliga sunnanfjørðs.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er endurgivin í in.fo fyri at siga, at hann mælir Heðini Mortensen og øðrum til at gevast við at tosa niðrandi um skúlan, og heldur arbeiða fyri at útbyggja verandi tilboð á Heilsuskúla Føroya, soleiðis at skúlin kann taka ein flokk inn afturat um árið.
Dennis Holm, fyrrverandi borgarstjóri í Vági og fyrrverandi formaður í Kommunufelagnum, sigur í lesarabrævi, at skrivið frá Heðini Mortensen er eitt álop á Heilsuskúlan í Hovi.
Hann sigur, at álopini snúgva seg ikki um manglandi góðsku, skilaleysa stýring ella ónøgd lesandi, vánalig hølisviðurskift - ella um onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri innihaldið í einum skúlatilboði í Føroyum.
"Skeiv staðseting"
- Nei, álopini snúgva seg um nakað so primitivt sum at “staðsetingin er skeiv,” og at Heilsuskúlin heldur átti at verið í Havn, skrivar Dennis Holm.
Hann endar við at siga:
"Úr Suðuroynni skulu vit heilsa og siga, at vit góðtaka als ikki hesi afturvendandi álop á Heilsuskúla Føroya!"
Skúlin skal ikki flytast
Seinnapartin kom Heðin Mortensen við nýggjum lesarabrævi, har hann vísir aftur, at hann ætlar at flyta heilsuskúlan úr Suðuroynni. Í lesarabrævinum vísir hann á stóra tørvin at útbúgva fólk á økinum, og tí heldur hann, at aðrir útbúgvingarmøguleikar, millum annað við fjarlestri, eisini skulu kannast.
Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Tórshavnar kommuna)