Føroyar ætla at spæla seg víðari

Føroyar ætla at spæla seg víðari
39 ára gamla Poula Berg, sum er við fyri fyrstu ferð, og liðfelagarnir á føroyska hondbóltslandsliðnum ætla at vinna komandi undan-undankappingina
31.05.2021 - 13:44

Finnland og Ísrael eru mótstøðuliðini, nú føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spælir undan-undankapping á heimavølli um vikuskiftið.

Vinnarin av kappingini sleppur sjálva undankappingina og fer í bólk B saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki.

Vónirnar eru góðar í føroyska hópinum, og 39 ára gamla Poula Berg, sum er við fyri fyrstu ferð, gleðir seg.

 - Venjararnir hava helst sæð okkurt, sum teir hava brúk fyri í hópinum, so tað er gleðiligt. Hóast mann er 39 ár, so kann mann gott koma á landsliðið, sigur Poula Berg, sum hevur spælt væl á meistaraliðnum, StÍF.

Venjarin, Dragan Brljevic, letur væl at fyrireikingunum, og fegnast um, at fleiri av royndu spælarunum eru komnir aftur á landsliðið.

 - Kappingin liggur væl fyri. Vit hava vant í tríggjar vikur við mestsum øllum spælarunum, so vit eru væl fyrireikað, sigur Dragan Brljevic. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786