Venjingardystir á heimavølli koma væl við

Venjingardystir á heimavølli koma væl við
Venjingardystirnir geva okkum møguleikan at leggja afturat og royna okkurt nýtt. Tað halda bæði venjari og spælarar, nú Ísland og Liktinstein vitja
31.05.2021 - 20:32

Fyri fyrstu ferð í 17 ár spælir føroyska fótbóltslandsliðið við monnum venjingardystir á heimavølli. 4. og 7. juni spæla Føroyar ímóti ávíkavist Íslandi og Liktinstein á Tórsvølli.

Hetta eru spennandi mótstøðulið og ein spennandi møguleiki at royna ymiskt nýtt, halda bæði venjari og liðskipari.

Grannar okkara, Ísland, er eitt spennandi mótstøðulið, sum hevur staðið seg væl í undankappingum. Tað er eitt lið, sum er sterkt í innleggum bæði offensivt og defensivt, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

Vit kunnu loyva okkum at nýta meiri tíð at venja uttan at taka eins nógv atlit til arbeiðsbyrðuna, so hetta eru virðismiklir dagar fyri okkum, sigur venjarin.

Hetta eru tveir góðir møguleikar, sum vit fáa her. Serliga tað, at tey koma til Føroya. Tað er gott fyri okkum spælarar, men eisini áskoðararnar, sigur liðskiparin, Hallur Hansson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721