Ákærdi heldur at gentan beindi fyri sær

01.06.2021 - 16:16
Innlendis›112
Ákærdi heldur at gentan beindi fyri sær
26 ára gamli maðurin varð avhoyrdur í rættinum seinnapartin. Hann noktar seg sekan í ákæruni

26 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið eina 16 ára gamla gentu í november 2012, noktar seg sekan. Gentan varð funnin druknað sunnan fyri byrgingina um Hvannasund.

Maðurin varð avhoyrdur í nevningatinginum seinnapartin. Hann segði, at tað var komið til einkis millum seg og gentuna, og at gentan var kedd um tað.

Hann hevði skuldarkenslu, og hann helt, at gentan beindi fyri sær.

Nevingatingið heldur fram í morgin, og tá verða fleiri vitni avhoyrd.

Hoyr Hall av Rana, sum fylgir málinum í nevningatinginum, greiða frá í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723