Ringvegur fyri 288 milliónir

Ringvegur fyri 288 milliónir
Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommuna hava í dag undirskrivað avtalu um innkomuvegin til Havnar. Arbeiðið skal vera liðugt í 2025.
03.06.2021 - 19:56

Tórshavnar kommuna væntar, at arbeiðið at gera uttara ringvegin fer at kosta 288 milliónir krónur og verður liðugt í 2025. Arbeiðið inniber m.a. eina rundkoyring við fýra frákoyringum oman fyri Sandvíkarhjalla, eina rundkoyring við Villingardalsvegin/Sundsvegin og ein tunnil út í eina rundkoyring við Hotel Føroyar. Landskassin hevur játtað fíggjarligan stuðul, tó í mesta lagi 110 milliónir.

P/F Eystur- & Sandoyartunlar rindar fyri strekkið, frá tunnilsmunnanum við Eysturoyartunnilin til og við rundkoyringina oman fyri Sandvíkarhjalla. Tann kostnaðurin kemur omaná tær 288 milliónir krónurnar, sum ringvegurin annars er mettur at kosta.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213