Støkk upp matstova í Havnardali

04.06.2021 - 18:25
InnlendisVinna
Støkk upp matstova í Havnardali
Gunvør Balle og Sigurð í Jákupsstovu bjóða á gátt
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Gunvør Balle í túninum framman fyri húsini í Havnardali
Mynd: Leivur Thomsen  

Mong vita ikki av, at við Sandá skamt frá Norðasta Horni eru eini stór sethús. Ja, talan er næstan um eitt góðs, tí økið er stórt, og til húsini hoyrir eitt stórt fjós og ein urtagarður við plantasju. Tað eru Gunvør Balle og maðurin, sum eiga húsini og økið, og nú lata tey dyrnar upp og bjóða á gátt til "støkk upp" matstovu, sum merkir, at tey borðreiða fyri gestum av og á. Tað er Gutti Winther, kokkur, sum ger matin aðrastaðni í býnum. Gunvør sigur, at tey hava borðreiðingarloyvi og hissini skeinkiloyvi. Skuldu tey havt veruligt matstovuloyvi, skuldu tey bygt húsini púra um, men tað hava tey ikki ætlan um. Hoyr prát við Gunvør Balle, har hon greiðir frá um verkætlanina og søguna aftanfyri húsini í Havnardali.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. august
Veðrið
195855
Mikudag 20. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195799
Týsdag 19. august
Veðrið
195771
Týsdag 19. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
195740
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726