G7: Øll skulu vera koppsett um eitt ár

G7: Øll skulu vera koppsett um eitt ár
Heimsins ríkastu lond havt toppfund í Bretlandi
G7-limalondini samtyktu eisini, at heita á WHO um at seta í verk eina nýggja kanning av upprunanum til covid-19
 
14.06.2021 - 09:18

Heimsins fátækastu lond fáa eina milliard covid-19-vaksinur frá G7-limalondunum. 

Tað hava limalondini bundið seg til á toppfundi í enska landspartinum Cornwall í gjár, skrivar BBC.  

- Hetta er eitt stórt stig á leiðini at koppseta allan heimin, sigur Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri. 

Tær eina milliard vaksinurnar verða eftir ætlan latnar gjøgnum koppsetingarskipanina hjá heimsheilsustovninum, WHO.

Málsetningurin hjá G7-limalondunum er, at allur heimurin skal vera koppsettur um eitt ár. 

Kanna upprunan

G7-limalondini samtyktu eisini, at heita á WHO um at seta í verk eina nýggja kanning av upprunanum til covid-19. 

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sagt, at amerikanska fregnartænastan er tvíbýtt í spurninginum, um covid-19 stavar frá djórum, ella er gjørd á einari rannsóknarstovu. 

G7-limalondini eru USA, Kanada, Japan, Týskland, Bretland, Frankaríki og Italia.

Eitt umboð fyri Kina, sum ikki er limur í G7, fanst at G7-toppfundinum. 

- Smáir bólkar av londum stýra ikki longur heiminum. Tað vekir minnir um eina farna tíð, tá G7-londini taka avgerðir vegna allan heimin á hendan hátt, sigur eitt talsfólk fyri kinesisku sendistovuna í London, sambært Reuters. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210