Hov hevur størsta vøksturin í prosentum

Hov hevur størsta vøksturin í prosentum
1.mai búðu 53.305 fólk í Føroyum, 863 fleiri enn somu tíð í fjør
Seinasta árið eru seks fólk komin aftrat í Hovs kommunu, og fólkatalið er nú farið upp um 100
 
15.06.2021 - 09:11

Í prosentum er størsti vøksturin í fólkatalinum frá mai í fjør til mai í ár í Hovs kommunu.

Har er vøksturin 6,2 prosent. Tað eru seks fólk, og fólkatalið í kommununi fór upp um 100.

Næst kemur Skopun. Fólkavøksturin har er 4,3 prosent, 19 fólk.

Síðani koma Nes kommuna, Sjóvar kommuna og Eysturkommuna.Í Nes kommunu var vøksturin 3,7 prosent, 50 fólk, í Sjóvar kommunu komu 3,3 prosent, 36 fólk, afturat og í Eysturkommunu var vøksturin 3,2 prosent, 70 fólk.

Minkaði í níggju kommunum

Í níggju kommunum minkaði fólkatalið. Tað minkaði mest í Sumbiar kommunu, 3,1 prosent, 11 fólk.

Samanumtikið komu 863 fólk afturat í Føroyum frá mai í fjør til mai í ár. Vøksturin er 1,6 prosent.

1.mai í ár búðu 53.305 fólk í Føroyum.

1893 fleiri dreingir og menn enn gentur og kvinnur vóru 1.mai. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891