Korona: Eingin ferðsla úr Nuuk

Korona: Eingin ferðsla úr Nuuk
Fimm tilburðir eru staðfestir í Nuuk og ein í Ilulissat
Øll loft- og sjóvegis ferðsla úr Nuuk er steðgað fyribils, tí fleiri smittutilburðir eru staðfestir
 
15.06.2021 - 16:21

Øll loft- og sjóvegis ferðsla úr grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk heldur nú uppat.

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Orsøkin er, at fimm koronasmittutilburðir vórðu staðfestir í Nuuk í gjár, og í dag er ein smittutilburður staðfestur í Ilulissat, upplýstir Henrik L. Hansen, landslækni.

Stúra fyri fleiri tilburðum

Í Nuuk stúra tey fyri fleiri smitttutilburðum, tí tvey av teimum smittaðu hava verið til størri tiltøk um vikuskiftið, bæði kaffimik og í konfirmatiónsveitslu, skrivar Sermitsiaq.

Myndugleikarnir í Grønlandi halda, at tey smittaðu hava verið í sambandi við umleið 200 fólk um vikuskiftið.

Hóast eingin loft- og sjóvegis ferðsla verður úr Nuuk, verða ikki fleiri smittuverjutiltøk sett í verk.

Landslæknin sigur sambært Sermitsiaq, at tey hava góðar møguleikar fyri at avbyrgja hetta smittuútbrotið, tí tey smittaðu eru funnin tíðliga í tilgongdini.

Henrik L. Hansen er landslækni í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107