Sambandsfelag mælir frá at leggja uppí

Sambandsfelag mælir frá at leggja uppí
Vága sambandsfelag biður løgmann geva Helga Abrahamsen boð um ikki at leggja fram uppskotið um undantøk
Marjus Dam er formaður í Vága sambandsfelag
 
16.06.2021 - 08:24

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur ikki fulla undirtøku í sínum egna flokki, nú hann er á veg í tingið við uppskoti um undantøkini hjá Almannaverkinum, meðan Pedagogfelagið er í verkfalli.

Vága sambandsfelag mælir frá, at løgtingið longu nú fer upp í málið.

Felagið heldur, at samráðingarmøguleikin fyrst skal troytast heilt og fult.

Jørgen eigur at fáa tænastuboð

Vága sambandsfelag heitir á Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um at geva Jørgini Niclasen tænastuboð um, at Lønardeildin skal taka uppaftur samráðingar við Pedagogfelagið, møguliga við hjálp frá Semingsstovninum.

Hesar samráðingar skulu ikki slítast, fyrr enn partarnir eru samdir um eina loysn.

Felagið heitir eisini á Pedagogfelagið um at geva fleiri undantøk. Og sambandsfólk í Vágum biðja løgmann geva Helga Abrahamsen boð um ikki at leggja fram uppskotið um undantøk.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053