Hellutangi er helst vrak

21.06.2021 - 14:51
Innlendis›Samfelag
Hellutangi er helst vrak
Gongst sum ætlað, verður farið at toga fóðurflakan úr fjøruni í Vikum fyrsta dagin
Tá Hellutangi er leysur, verður hann togaður í turrdokkina á Skála.

Nakrir dagar afturat við góðum líkindum, so verður klárt at draga fóðurflakan Hellutanga úr fjøruni í Víkum, har hann fór á land 5.apríl.

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, sigur, at nakrar fyrireikingar eru eftir enn.

Helst er Hellutangi vorðin vrak. Hann verður sleipaður í dokkina á Skála, tá hann er komin av.

Tað krevjast serlig líkindi í Víkum fyri at kunna arbeiða við Hellutanga. Og tey eru verri enn so hvønn dag.

Hoyr Atla Gregersen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115