20 prosent minni fiskast í Barentshavninum

20 prosent minni fiskast í Barentshavninum
Fiskifrøðingar mæla til, at toskaveiðan í Barentshavinum minkar 20 prosent næsta ár. Veiðan skal skerjast 177.000 tons
Savnsmynd
 
22.06.2021 - 08:27

Minni skal fiskast av toski í Barentshavinum næsta ár, stendur tað til fiskifrøðingarnar. 

Orsøkin til toskatilmælið fyri 2022 er, at kanningar nú hava víst, at minni fiskur er í Barentshavinum enn fyrr hildið. 

Og nýggir kanningarhættir hava eisini víst, at minni er til av eldri fiski enn fyrr hildið. 

 

Veiðan skerjast við 177.200 tonsum 

ICES mælir til, at veiðan ikki fer upp um 708.480 tons. Tilmælið fyri 2021 er 885.600 tons.

Mælt verður tí til at skerja veiðuna 177.200 tons.

ICES mælir eisini til at fiska 50.000 tons minni hýsu og 4.000 tons minni svartkalva norðan fyri 62 stig, tað er í Barentshavinum og við Norðurnoreg.

Bjarte Bogsted á norska havrannsóknarstovninum sigur, at væntast kunnu fleiri skerjingar næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290