- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristinn og WikiLeaks vilja bjóða valdinum av
Kristinn og WikiLeaks vilja bjóða valdinum av
-Eitt av mótálopunum er at rópa okkum aktivistar í eini roynd at tileinkisgera okkum, sigur Kristinn Hrafnsson, ábyrgdarblaðstjóri hjá WikiLeaks í samrøðu við Kringvarpið.
Kristinn Hrafnsson, ábyrgdarblaðstjóri hjá WikiLeaks
25.06.2021 - 20:07
-Tá tú bjóðar valdinum av, bæði tí politiska, vinnuliga ella øðrum sterkum áhugamálum, so slepst ikki undan atfinningum og mótálopum. Og eitt av mótálopunum er at rópa okkum aktivistar í eini roynd at tileinkisgera okkum.
Tað sigur Kristinn Hrafnsson, sum eftir drúgvar royndir sum tíðindamaður í Íslandi fekk fast starv sum talsmaður hjá WikiLeaks í 2010. Í 2018 varð hann settur sum ábyrgdarblaðstjóri.
-Um aktivistar virka fyri at fáa upplýsingar fram í ljósi, virka fyri talufrælsi og tíðindaflutningi, so eri eg ein aktivistur, ja, tí tað er júst tað, vit gera, sigur Kristinn Hrafnsson í samrøðuni við Kringvarpið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




















