Maria Jørðdal Niclasen prædikar á ólavsøku

Maria Jørðdal Niclasen prædikar á ólavsøku
Tað verður Maria Jørðdal Niclasen, ið skal prædika í Dómkirkjuni ólavsøkudag í ár. Tað kunnger biskupur í dag.
Maria Jørðdal Niclasen skal prædika í Dómkirkjuni ólavsøkudag í ár
Mynd: savnsmynd  
 
29.06.2021 - 09:49

Tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, prædikar ólavsøkudag. 

Átta sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. 

Elstur teirra, tá hugsað verður um starvsaldur, er Maria Jørðdal Niclasen, og tað verður hon, ið skal prædika í Dómkirkjuni ólavsøkudag í ár. Tað kunnger biskupur í dag.

Maria varð vígd í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðoya eystara prestagjaldi. 

Í mars 2015 tók hon við embætinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609