Fyrsta faknevndin tilnevnd

Fyrsta faknevndin tilnevnd
Fyrsta faknevndin, sum kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, ið áður hevur stjórnað Granskingarráðnum og tikið støðu til stuðul, er nú mannað
Frá vinstru: Petur Steingrund, Marin Strøm, Bogi Bech Jensen (formaður), Jana Ólavsdóttir og Jákup Reinert Hansen
 
09.07.2021 - 11:00

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, fyri komandi trý árini.

Í faknevndini sita:

  • Bogi Bech Jensen, formaður, ph.d. í verkfrøði
  • Jákup Reinert Hansen, ph.d. í gudfrøði
  • Jana Ólavsdóttir, ph.d. í jarðfrøði
  • Marin Strøm, ph.d. í heilsuvísindi
  • Petur Steingrund, dr.philos. í fiskifrøði

Faknevndin er sett sambært kunngerð um stuðul til gransking við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.

Í faknevndini sita 5 limir, sum antin eru granskarar ella granskingarkøn. Hesi verða vald við avgerð frá landsstýrismanninum. Limirnir verða tilnevndir fyri 3 ár og kunnu ikki sita í nevndini longri enn tvey fylgjandi skeið.

Faknevndin stjórnar stuðulsskipanini til gransking og hevur evstu ábyrgd av at játta stuðul.

Faknevndin er farin undir arbeiðið at viðgera umsóknir um stuðul, sum komu til freistina í vár. Umsøkjarar fáa svar áðrenn 1. september 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846