Ferðafólkatalið bara ein triðing av metinum

Ferðafólkatalið bara ein triðing av metinum
Ferðafólkatalið fyrra hálvár var ein triðing av ferðafólkatalinum, sum tað var somu tíð fyri tveimum árum síðani, skrivar in.fo
 
19.07.2021 - 10:09

Hóast ferðafólkastreymurin til Føroya er byrjaður aftur, so ferðafólkatalið langt frá 2019 árinum, sum var serliga gott. 

Tað skrivar in.fo. 

Í 2019 ferðaðust 424.281 ferðafólk umvegis flogvøllin, men so kom korona, og ferðafólkastreymurin steðgaði. 

Í fjør ferðaðust úti við 180.000 ferðafólk um flogvøllin.

 

Gongur rætta vegin

Nýggjastu tølini hjá Vága Floghavn vísa, at juni mánaði í ár var nógv betur enn juni í fjør.

17.906 ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum í juni, og tað vóru 80 prosent fleiri enn juni í 2020.

Fyrra hálvár í 2019 ferðaðust 186.099 fólk um flogvøllin í Vágum. Fyrra hálvár í ár vóru tey 72.350 .

Heldur gongdin í ferðafólkatalinum fram, sum hon hevur gjørt seinastu tíðina, verður 2021 eitt betur ár enn 2020, men tað fer ikki at koma í nánd av 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858