Kina eisini rakt av vatnflóð

Kina eisini rakt av vatnflóð
Í Kina hevur tað regnað av grimd seinastu dagarnar, og tað hevur ført til vatnflóð, serliga í Henan-landslutinum mitt inni í landinum
Vatnflóð herjar eisini í Kina
Mynd: AP  
 
21.07.2021 - 09:36

Í milliónbýnum Zhengzhou standa gøturnar undir í vatni, eftir at tað hevur regnað líka nógv í tríggjar dagar, sum tað vanliga ger í eitt heilt ár.

Í minsta lagi 13 fólk eru deyð av vatnflóðini í Zhengzhou, og meir enn 100.000 fólk eru flutt burtur.

Sambært tíðindastovuni AFP sigur kinverski forsetin Xi Jinping, at støðan er "sera álvarsom."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858