Fútin biður um umbering fyri málburð

Fútin biður um umbering fyri málburð
Hvørki málburður ella innihald endurspegla tey virðir, løgreglan í Føroyum stendur fyri, sigur Michael Boolsen
Michael Boolsen, fúti
 
26.07.2021 - 14:41

Michael Boolsen, fúti, biður nú um umbering fyri málburðin í einum svari hjá løgregluni til Tórshavnar býráð, í sambandi við málið um seta skeltir upp, sum banna lastbilakoyring á náttartíð.

"Hvørki málburður ella innihald endurspegla tey virðir, løgreglan í Føroyum stendur fyri. Vit vilja hava eitt gott, konstruktivt og eitt virðiligt samstarv við øll í Føroyum, privatfólk og fyritøkur og myndugleikar. Tað fara vit sjálvandi at leggja okkum eftir", sigur Michael Boolsen.

Í einum innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, sæst, at ein løgreglumaður er ikki nøgdur við framferðina hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, í málinum.  

"Í tey 13 árini, eg havi verið limur í ferðslunevndini, havi eg aldrin upplivað at vera so skitin niður eftir rygginum, sum eg eri blivin av Heðini Mortensen", sæst millum annað í svarinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595