765 fara í fyrsta flokk

765 fara í fyrsta flokk
90 børn fara í Skúlan á Fløtum, og 74 fara í Skúlan á Skúlatrøð
Av teimum 765 børnunum, sum fyrstu ferð fara í skúla eftir summarfrítíðina, fara 40 í frískúla.
Mynd: Savnsmynd  
 
27.07.2021 - 09:14

765 børn byrja í fyrsta flokki í fólkaskúlanum eftir summarfrítíðina.

40 teirra fara í frískúla.

Tað skrivar dagur.fo

92 børn fara í Skúlan á Fløtum. Men bara tvey fara í ein annan nýggjan skúla, skúlan við Streymin.

Innskúling í trimum skúlum

Í Sunda kommunu er innskúlingin býtt millum tríggjar skúlar. Trý børn fara í Hósvíkar skúla og níggju í Hvalvíkar skúla.

74 børn fara í skúlan á Skúlatrøð.

50 børn fara í fyrsta flokk í skúlan á Argjahamri, 48 í Sankta Frans skúla, og 47 børn fara í Runavíkar skúla, skrivar dagur.fo.

Í fimm skúlum er eingin næmingur innskrivaður í fyrsta flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793