Eivind siglt á flesjarnar

Eivind siglt á flesjarnar
Línuskipið Eivind hevur silt á flesjarnar og hevur slagsíðu. Eingin vandi er á ferð, skilst á MRCC
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.08.2021 - 12:29

Fyrrapartin sigldi línuskipið Eivind á flesjarnar. 

Skipið hevur slagsíðu og tykist standa eitt sindur á turrum. 

Frá MRCC frættist, at eingin vandi er á ferð, og aðrar bátar eru hjá Eivindi. 

Brimil er eisini á veg á staðið. 

Stóra avbjóðingin nú eru møguligir oljulekar, verður sagt frá MRCC. 

Eivind fór av Havnini fyrrapartin, og sum sæst á rutuni, so sigldi Eivind beint á flesjarnar. 

Og á rutuni sæst eisini, hvussu Eivind missir ferðina so hvørt sum hann rendi á flesjarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025