Aftur eldur í somu hús á Velbastað

Aftur eldur í somu hús á Velbastað
Enn veit løgreglan ikki, hví eldur í morgun kyknaði í somu hús, sum brendu fyri viku síðani
 
07.08.2021 - 10:28

Tíðliga í morgun var eldur í einum húsum á Velbastað. Sløkkiliðið fekk fráboðan um eldin um hálvgum sjey tíðina, talan var um stóran eld, og ikki var liðugt at sløkkja fyrr enn um átta tíðina, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Talan er um somu hús, sum eldur kom í fyri júst eini viku síðani. Tá staðfesti brunaserfrøðin hjá løgregluni, at ein brenniovnur í eini sauna var orsøkin til, at eldurin kyknaði. Brenniovnurin stóð á einum viðfestisvogni, beint við síðuna av húsunum.

Enn veit løgreglan ikki, hví eldur kyknaði í somu hús í morgun, eina viku eftir fyrra eldsbrunan.

Eingin var í húsunum, tá eldurin kyknaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425