Jan vil hækka minstulønina

Jan vil hækka minstulønina
-Tú fær ikki fólk at mynstra fyri 1100 krónur um dagin, tá tú kanst fáa tað sama við at arbeiða nakrar tímar í einari kiosk, sigur Jan Højgaard í grein í Dimmalætting.
 
07.08.2021 - 10:33

Formaðurin í Fiskimannafelagnum rópar varskó, nú fleiri ísfiskalínuskip og trolarar liggja, tí tey fáa ikki fólk.

Sambært Jan Højgaard er átrokandi neyðugt at hækka minstulønina, sum fiskimenn eru tryggjaðir, tá teir mynstra.

-Tú fær ikki fólk at mynstra fyri 1100 krónur um dagin, tá tú kanst fáa tað sama við at arbeiða nakrar tímar í einari kiosk, sigur Jan Højgaard í grein í Dimmalætting.

Stjórin í Føroya Reiðarafelag, Stefan í Skorini, váttar fyri Dimmalætting, at tað er trupult at fáa manning til heimaflotan. Men hann hevur tó onga almenna meining um støddina á minstulønini.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum vísir á, at tað mangla arbeiðsfólk á landi allastaðni.

-Og har eru sømdirnar góðar. So tað undrar meg als ikki, at skipini liggja, sigur Jan Højgaard við Dimmalætting.

Sambært greinini bjóðar stórreiðarin Hanus Hansen sínum manningum eina minstu daghýru, sum er 2000 krónur fyri hvønn mynstraðan dag. 

Og tað er ein gongd leið, heldur Jan Højgaard.

Síðani 2010 hevur Trygdargrunnurin umsitið minstulønina til fiskimenn. 

Stýrið fyri grunnin, umboðað av manningarfeløgunum og reiðarunum, ásetir inn- og útgjald úr Trygdargrunninum.

Sambært Jan Højgaard hevur higartil ikki verið meiriluti í stýrinum fyri at hækka minstalønina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609